Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Krutl

Nýggjasti partur av Amatøroyar er nú tøkur á Soundcloud og iTunes. Hvat hugsaði Heri Jacobsen fyri sær, tá hann var í Góðan Morgun Føroyar um #metoo?

Er Mikkeller Running Club patetiskt virksemi?

Trýr Bill Justinussen, at trøini vaksa inn í himmalin? 

Tað er eingin munur á lýsingum og tekstum í Vikublaðnum, Heðin Mortensen. Og so eru allir føroyingar tíverri eftirkomarar av teimum, sum steðgaðu hálvan veg til Vínland.

Hoyr nýggjasta partin: trýst her

Amatøroyar er ein autonomur podcast, ið er innan fyri revsilógina, men fullkomiliga uttan fyri námsfrøðiligt tamarhald. Vertir eru Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo