Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Onnur tíðindi

- Sjálvandi skulu vit stuðla verkætlanini og harvið leggja lunnar undir eitt veruligt landssjósavn, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, um ætlaninar at byggja nýtt sjósavn á Argjum.

Herfyri vendi Føroya Sjósavn sær til Tórshavnar kommunu við umsókn um eina eykajáttan til eina stóra verkætlan, sum hevur fingið heitið "Nýtt Sjósavn". Ætlanin er at byggja nýtt sjósavn á Argjum ístaðin fyri tað verandi í gamla íshúsinum.

Føroya Sjósavn legði fram útrokningar, skitsur og modell fyri býráðslimum og teknisku leiðsluna herfyri, og somuleiðis eru áhugabólkar og mentanarnevnd løgtingsins kunnað um málið.

Sjósavnið sigur í umsóknini, at hugskotið er væl móttikið av øllum pørtum. Nú skal framleiðast tilfar til at kunna ymsar grunnar við tí fyri eyga at søkja um fíggjarligan stuðul til verkætlanina.

Rættiliga stórt arbeiði skal gerast, sum umfatar útrokningar, tekningar, modell, kunnandi tilfar og neyðugar akvariutøkniligar kanningar, umframt at neyðug loyvi skulu útvegast. Tað er til hetta arbeiðið, søkt verður um eina eykajáttan fyri 2017 uppá 400.000 kr.

- Ein grunnur eigur Føroya Sjósavn, men Tórshavnar kommuna letur stuðul uppá 600.000 kr árliga til rakstur. Vit ynskja nú at fara eitt stig víðari við at menna Sjósavnið, og tí avgjørdi meirilutin í fíggjarnevndini at játta 400.000 kr eyka til verkætlanina, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

- Tað fyriliggja nú greiðar og spennandi útbyggingarætlanir, sum vit sjálvandi fara at stuðla. Vit eiga ikki at gloyma, at mesta av tí serfrøði, vit eiga á hesum økinum, er savnað um Sjósavnið á Argjum. Hartil er Sjósavnið dagliga við til at ríka okkara ungdóm við kunnleika um okkara umhvørvi og okkara fiskivinnu.

- Føroya Sjósavn hevur kunnað kommununa um framtíðarætlaninar hjá savninum. Savnið hevur verið slóðbrótandi, eisini í heimshøpi, men tørvur er á meiri plássi til størri fisk og súgdjór. Eg havi áður sagt, at vit fara at viðgera hetta mál við størstu vælvild, so vit røkka málinum um eitt veruligt landssjósavn, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo