Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

- Á Teenstreet leguni í Suðurtýsklandi í ár eru umleið 4000 fólk savnað tilsamans.

- Vit eru 404 føroyingar, also 10% av samlaða talinum. Av hesum 404 føroyingunum eru 252 tannáringar á legu og 152 hjálparfólk. Hesi 152 hjálparfólkini hava alskyns uppgávur at gera. 56 eru liðleiðarar, 10 eru M&M’arar, tað eru leiðarar hjá liðleiðarunum, 67 eru í servise team, her eru uppgávurnar sera ymiskar, alt frá at vera vaktarfólk, vaska WC, vaska upp, gera mat og ansa børnum – umframt alt annað. 4 eru í leiðsluni og 15 føroysk børn eru eisini saman við foreldrum sínum á Teenstreet.

- Eg hugsi, at hetta er ein fantastiskur framíhjárættur, vit sum føroyingar hava, at vit ár eftir ár kunnu senda næstan 1% av okkara fólki á eina slíka so væl skipaða kristna legu suðuri í miðeuropa í eina viku. Fólk her undrast eisini, tá vit siga teimum, at vit eru ein so stórur partur av samlaða føroyska fólkinum her.

- Hiðani skal ein tøkk ljóða til tey, sum skipa fyri, skrivar Eyðun á Lakjuni á heimasíðuni teenstreet.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo