Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: 28. mai hittust stýrislimirnir í Vestnordisk Hovedstadsfond Nuuk, Reykjavik, Tórshavn til árligan fund í Reykjavík. Inn komu í alt 24 umsóknir úr teimum trimum londunum, og avgjørt varð at ganga 16 av umsóknunum á møti. Játtaðar vóru í alt 412.000 kr til tiltøk og verkætlanir innan mentan, ítrótt og undirvísing.

Á myndini síggjast Gunvør Balle, varaborgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, 2. varaborgarstjóri, saman við tveimum av umboðunum í stýrinum fyri høvuðsstaðargrunnin Asii Chemnitz Narup, borgarstjóra, og Charlotte Ludvigsen, býráðslimi – báðar úr Nuuk, Kommuneqarfik Sermersooq.

Endamálið við grunninum er at styrkja vitan og samstarv millum borgarar og politikarar í Reykjavík, Tórshavn og Nuuk við at stuðla virksemi innan mentan, undirvísing og ítrótt.

Ognin í grunninum er tann peningur, sum tær tríggjar kommunurnar Reykjavíkar kommuna, Tórshavnar kommuna og Kommuneqarfik Sermersooq á hvørjum ári játta til grunnin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo