Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Innlendis ítróttur

Fótbóltssambandið: Árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya verður leygardagin 15. februar 2020, klokkan 13:00 í FSF-húsinum við Tórsvøll í Havn.

Hetta er samstundis aðalfundur nummar 42, síðani felagsskapurin varð settur á stovn 13. januar í 1979. Sostatt fyllir Fótbóltssamband Føroya 41 ár komandi ár.

Fundurin verður sambært lógum felagsins.

Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða send skrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivliga, við stuttari frágreiðing, í minsta lagi tvær vikur undan aðalfundinum, og skulu verða limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin.

Uppskot til møguligar lógarbroytingar, herundir møguligar broytingar í kappingarreglunum fyri fótbólt, skulu í øllum førum vera skrivstovu FSF’s í hendi ein mánað áðrenn aðalfundin, og skulu vera limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo