Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í farnu viku vóru 44 hjálparfólk á dagstovnunum íTórshavnar kommunu á førleikamenningarskeiði, sum Barna- og ungdómsdeildinskipaði fyri. Í høvuðsheitum snúði skeiðið seg um:

Tað góða sambandið, hugsan um tilfeingi,foreldrasamstarv og at hugsa um egið arbeiði á dagstovnaøkinum.

Undirvísingin, sum námsfrøðiligi ráðgevin, Maria Johannesen,stóð fyri, skifti millum námsfrøðilig ástøði, bólkaarbeiði og ítøkilig dømi úrgerandisdegnum á dagstovnum.

Sambært eftirmetingunum frá hjálparfólkunum hevur skeiðiðverið viðkomandi, og nú kenna tey seg vera betur før fyri at røkja starvið ádagstovnaøkinum.

Hjálparfólkini søgdu millum annað:
“Eg havi lært, hvussu umráðandi okkara samstarv við børn og foreldur er í okkara gerandisdegi á dagstovninum.”

“Eg havi enn betri hug at fara til arbeiðis við meir íblástri og vitan.”

“Eg siti eftir við einari størri fatan av, hvussu barnið hugsar.”

“Eg lærdi um at skapa samband við barnið, um at seta seg í hædd við tað, og um at liva seg inn í hetta við spølum og virksemi og á henda hátt fanga og binda uppmerksemið og innlæring hjá barninum.”

Ætlanin er, at skeiðið verður afturvendandi. Eftir ætlan verður skeiðið boðið útaftur í heyst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo