Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Autismufelagið: Í  gjár byrjaði stuðulsátakið 452 km fyri Autismufelagið, har Elmar Ósá skal gjøgnumføra ein dupultan IronMan. Í gjár svam hann fyrst 7,6 km.

Síðani hevur hann súkklað 360 km.

Hann er nú byrjaður  at renna dupult Marathon ella góðar 84 km.

Hann væntar at koma á mál á Tórsbreyt millum umleið kl.18 í kvøld.

Elmar sigur sjálvur millum annað:

Hjálp mær at hjálpa.

Havi sett mær fyri, at savna pening inn til Autismufelagið. Fyri at røkka hesum málinum, havi eg eisini brúk fyri tínari hjálp.

Ætli at savna pening inn við at royna at gjøgnumføra ein dupultan IronMan, sum er tilsamans 452 kilometrar.

Um tit ynskja at hjálpa, kunnu tit flyta eina peningagávu til konto hjá Autismufelagnum: 6460 1586787

TAKK FYRI STUÐULIN

Hvussu skal stuðulin nýtast?
Peningurin frá stuðulstiltakinum hjá Elmari Ósa skal nýtast til at hjálpa fólki við autismu. Stuðulin gevur okkum møguleikar at veita hjálp, ið vit ikki hava havt fíggjarliga orku at veita frammanundan. Hetta kann t.d. vera upplivingar innan seráhugamálini hjá teimum við autismu, sum skapar innihald í teirra gerandisdegi. Eisini er altíð tørvur á upplýsandi fyrilestrum og undirvísing  fyri fakfólk, foreldur og avvarðandi.

Autismufelagið takkar mangar ferðir fyri stuðulin við stórari virðing fyri, at Elmar á henda hátt ynskir at stuðla felagnum og soleiðis gera gerandisdagin lættari hjá familjum, har autisma er partur av dagliga lívinum.

Eisini ein stór tøkk til tykkum mongu, ið hava latið pening til Autismufelagið. Tað gleðir og rørir okkum sera nógv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo