Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Skúli

Fríggjadagin 10. mai var tiltak á Torginum í SMS, har tað varð kunngjørt, at 5. flokkur í Sands skúla fekk heiðurin sum ársins Vitanarfróðu 2018/19. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hvørja farvu hevur eitt spegl?”.

Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevði lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Fríða Poulsen Eysturoy, lærari, Firouz Gaini, granskari, Karina Toftegaard, ritstjóri, og Annika Sølvará vegna Granskingarráðið.

Les meira: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo