Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Politikkur

- Hví heldur landsstýriskvinnan, at hølisviðurskiftini í Skálafjarðar læknadømi ikki eru nøktandi?

- Kann landsstýriskvinnan upplýsa, hvørji viðurskifti skulu fáast upp á pláss viðvíkjandi læknahølum, áðrenn søkjast kann eftir tí 4. kommunulæknanum til Skálafjarðar læknadømi?

- Hevur landsstýriskvinnan nýliga verið í sambandi við kommunurnar í Skálafjarðar læknadømi um kommunulæknaviðurskiftini, síðani hon heldur, at hølisviðurskiftini eru ein orsøk til at bíða við at biðja um eykajáttan?

- Nær ætlar landsstýriskvinnan, at kommunulæknaviðurskiftini á Skálafjørðinum skulu verða komin endaliga upp á pláss?

Í útvarpssamrøðu týskvøldið 12. septembur sigur landsstýriskvinnan, at hølisviðurskiftini í Skálafjarðar læknadømi ikki eru nøktandi, og tí verður ikki søkt um eykajáttan til at seta tann fjórða kommunulæknan á hesum sinni.

Vit, sum dagliga búleikast inni á Skálafjørðinum, vita tó, at 4 viðtaluhølir dagliga eru í brúki í læknadøminum.

Og okkum kunnugt lúka hølini øll neyðug krøv og standa mát við alt tað, sum krevst hjá einum kommunulækna fyri at hann kann útinna sítt starv. Tí er ilt at vita, hví landsstýriskvinnan ikki heldur, at hesi 4 hølini eru nøktandi.

Tørvurin á at seta tann 4. kommunulæknan er ovurstórur, og tí er bráneyðugt at fáa hetta starvið sett ongantíð ov skjótt. Tí er tað harmiligt, at landsstýriskvinnan ikki eisini søkir um eykajáttan til hetta kommunulæknastarvið, samstundis sum hon søkir um pening til kommunulækna aðrastaðni í landinum.

Bill Justinussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo