Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Krutl

Danski sjónleikarin í Hollywood er enn einaferð komin í ljóskastaran hjá fleiri miðlum kring heimin, eftir at hon á Instagram hevur boðað frá við mynd, at hon er við barn.

'Familjan veksur' skrivar 54 ára gamla sjónleikarinnan og nógv ynskja henni tillukku. Í fyrstuni hildu nógv, at tað kundi ikki passa, men fyri Ekstrablaðnum hevur Gitte Nielsen váttað, at hon er við barn.

Gitte Nielsen, sum hon helst er best kend, helt í eitt stutt tíðarskeið í 80unum saman við kenda sjónleikaranum Sylvester Stallone. Í dag er hon par við italiumanninum Mattia Dessi sum er 15 ár yngri enn hon.

Hetta er fimta barnið sum nú er á veg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo