Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Bergur Thomsen, stjóri á 62°N, og Steinbjørn Hardlei, virkandi rektari á Glasir

62°N er í støðugum vøkstri og økir nú útboðið hjá sær av seingjarplássum munandi.

Tað var 62°N, sum vann útboðið hjá Glasi herfyri, sum fevnir um útleigan av 49 kømrum á Skúlaheiminum í Marknagili til guesthousevirksemi, meðan næmingarnir á Glasi annars hava summarfrítíð. Avtalan er galdandi frá sumrinum 2020 til 2024. 

„Hetta hevur stóran týdning fyri okkum á 62°N”, slær Bergur Thomsen, stjóri, fast. „Vit trúgva fult og fast upp á føroyska ferðavinnu. Her er eitt sera stórt potentiali, og við hesum eru vit við til at fullnýta tað”, leggur hann afturat. 

Umframt kømur ber eisini til at leiga matarhøllina til veitslur og tiltøk og ávísar skúlastovur til skeiðs- og fundarvirksemi. Tað verður Súsanna Vang, sum eisini er leiðari á 62°N hotel, sum kemur at hava ábyrgdina av dagliga rakstrinum.

„Hetta er bert møguligt, tí vit hava góð, ágrýtin og tænastusinnað starvsfólk. Tað eru tey, sum bera 62°N uppi”, sigur Bergur Thomsen. 

Í 62°N samtakinum starvast umleið 40 fólk, og samtakið fevnir um ferðaskrivstovu, bilaleigu og hotellvirksemi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo