Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Vegleiðandi fólkaatkvøða hevur í dag verið hildin í bygdini innast við Skálafjørðin. Bygdarfólkið hevði møguleikan fyri at taka støðu til, um bygdin frameftir skal bera heitið Skálafjørður ella Skálabotnur. Eftir at valhølið – í gamla skúlanum í bygdini – varð latið aftur kann staðfestast, eftir uppteljing og fínteljing, at úrslitið gjørdist:

Atkvøður fyri bygdarnavninum Skálafjørður:    48 - sum svarar til 65%

Atkvøður fyri bygdarnavninum Skálabotnur:    26 - sum svarar til 35%

83 borgarar høvdu atkvøðurætt, og av teimum vóru 74 á vali. Harvið hava 89% brúkt sín atkvøðurætt á fólkaatkvøðuni í dag.

Málið hevur nøkur ár á baki, men beinleiðis orsøkin til fólkaatkvøðuna var, at partur av bygdarfólkinum vendi sær til Staðarnavnanevndina og Runavíkar kommunu, fyri at fáa málið tikið upp, serliga eftir at myndugleikin broytti ávísingarskeltini til og frá bygdini.

Staðarnavnanevndin staðfestir á fundi hin 18. juli 2018, at hon tekur ikki endaliga støðu fyrrenn hon hevur hoyrt hvørja støðu Runavíkar kommuna hevur til málið. Her varð hildið, at málið var størri enn tað, at eitt býráð, valt fyri eitt valskeið, einsamalt kundi taka støðu, tí samtykti Runavíkar býráð á almennum býráðsfundi hin 31. oktober 2018, at bygdarfólkið sjálvt skuldi eiga avgerðina, hvørt bygdin skuldi eita Skálafjørður ella Skálabotnur.

Í dag er tað staðfest, á fólkaatkvøðu, at ein meiriluti av bygdarfólkinum ynskir at bygdin frameftir skal bera heitið Skálafjørður.

Úrslitið av fólkatkvøðuni verður nú sent Staðarnavnanevndini. Hvørja avgerð hon kemur til og hvørji ráð hon fer at bera landsins myndugleikum, tað fæst at vita um í næstum, men fyri Runavíkar kommunu sum myndugleika verður hetta málið nú mett at vera endaliga avgreitt.

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo