Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Landssjúkrahúsið: Tilsamans 680 børn vóru fødd í Føroyum í 2018.   

343 vóru dreingir og 337 gentir.

Mest var at gera á føðideildini á Landssjúkrahúsinum í mai mánað, tá 74 børn vóru fødd, og minst var í februar, tá 39 børn vóru fødd.

Onki barn var føtt nýggjársaftan, og fyrsta barnið í 2019 kom í verðina 1. januar. Tað var ein drongur.

Samlaða talið fyri 2018 er eitt vet hægri enn í 2017, tá 656 børn vóru fødd í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo