Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Skúli

Skúlablaðið: Í síðstu viku var freistin úti at søkja skúlastjórastarvið í samanlagda skúlanum við Streymin, sum sambært starvslýsingini fatar um allan skúlabygnaðin í Sunda kommunu.

Nýggi skúlastjórin fær til uppgávu at mynda nýggja skúlan og skipa tilgongdina at samansjóða starvsfólk og næmingar, taka lut í byggiviðgerðini við atliti at undirvísingarskipan, innrætting,  innbúgvi og amboðum og leggja námsfrøðiligu kós skúlans.

Í starvslýsingini stendur, at í skúlanum fara 286 næmingar í 1. – 10. flokki at ganga, og 23 lærarar at starvast í føstum starvi. Starvið verður sett frá 1. januar 2016 ella skjótast gjørligt. Upprunaliga ætlanin hjá kommununi er, at Skúlin við Streymin skal fata um allar núverandi skúlar í kommununi. Síðan er komið fram, at fólkaatkvøða verður í Hósvík og Hvalvík, um skúlarnir har skulu leggjast niður ella verða partur av stóra skúlanum við Streymin, skrivar Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo