Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Eftirsum tað í ovurmorgin, altso mikudagin tann 14. september eru 70 ár, síðani tað sekteriska loysingarliðið phaktuelt tapti eina phólkaatkvøðu, verður sjálvandi mikil phagnaður og hysterisk phestivitas í loysingar-kreðsum. Eitthvørt niðurlag og hvørt tap verður jú í loysingar-sektini hátíðarhildið við veldigum rómi og bønarmøti. 

Dagurin verður helst begyntur við øgiligum verbalum rembingum longu frá morgunstundini.

Tað ovurnationala og phor-dummandi Loysingarvarpið (republican service) pher sjálvandi at leggja phyri við at interviewa tann legendariska søgusmiðin Zacharias Wang og aðrar talblindar phantastar úr tjódveldissektini um, hvussu procentrokning kann skeiklast og tillagast eftir Kirkjubíggjarleisti, soleidis, at tann lítla tabellin verður lopin heil um í tjóðveldis-kalkylum. Síðani verða harmakvøður, harmaleikir og harmaljóð við alskyns hóttandi røðum móti Danmark og danskarum, sum eftir klassiskum mynstri verða skírdir níðingar, mergsúgvarar, kúgarar og imperialistar.

Seinnapartin verður allarhelst eitt bønarmøti á Doktaragrund, har øll sektin heldur kjaft (sic) í tíggju minuttir, meðan tey minnast afturá, hvussu illa Danmark hevur pharið við pføroyingum við at blaka milliónir eftir okkum og betala skuldina, hvørja ferð vit hava koyrt ein banka ella eina aðra stór-phyritøku  á húsagang. 

Kristina Há pher at phortelja um, hvussu nógv sterkari okkara økonomi er, enn tann í Zimbabwe, og hvussu nógv klókari Høgni chokk er, enn Mugabe. Tí okkara milliardskuld fær okkum ikki til at minka um forbrúkið - tvørturímóti. Kristina  lítur á, at vit fáa danska garanti á tí danska Børsinum hvørja ferð, vit javnliga koma við óphorskammaðari bidding um nýtt obligatións-lán. Tað dugir Mogabe slett ikki. Hann hevur ongan gódan (danskara) at spilla út og læna frá.

Men phestivals-phundurin verður undirhald í serklassa.. Har pher Høgni Skelk  at halda auktión  yvir slitnar tjóðveldis-phrasur, gamalt  ideologiskt órudd phrá Phramanum til Phjúrtanda og skróturrar Erlendskar grammophonpláturøður. Alt verður selt til spottprís.

Eftir útsøluna fer tað kenda tjóðveldiskórið PARANOIA undir leiðslu av Anitu Fríðriksmørk og Steintór Listarlív at syngja kantatuna ”Danin er fanin”, sum eitt vónríkt ungt tjóðveldis-skald hevur yrkt uppá minni enn eina nátt.

Tann politiski landsstýris-strutsurin SIRI fer alment at gera rituelt harakiri við at bedýra, at eitt tap reelt altið er ein vinningur, tá ið man er (hjálpa)-loysingarphólk. Eftir røðuna sleppur hon at stinga høvdið í eina sandrúgvu, sum løgtingsphormaðurin og bólt-skallarin á Reynatúgvu hevur bestilt til sín sjálvs ta ferðina, tá ið hann krógvaði seg fyri Margretu drottning, sum hann ikki vildi eta saman við. 

Teir lítilætnu skyldmenninir Jógvan og Magni Arge fara at causera yvir evnið "beskedinheit" og  hví danskarar eru SO phrekir, SO phramfúsandi og SO ó-phólkaligir.

Tann følsami dansktføddi poeturin Gunnar Hoydal og tann æstetiski jarðamóðurmaðurin í Bruxelles. Carl Jóhan Jensen fara at geva Doktaragrundini og tí taptu phólkaatkvøðuni ein litterran dám við at lesa upp úr egnum verkum, inntil øll fundarfjøldin steinsovnar. Ferðina úr Bruxelles til Havnar fær Jensen helst fíggjað av onkrum donskum kassa. Afturfyri skal hann nokk átaka sær at svína Danmark illa út í einar tjúgu minuttir, og Gunnar plagar eisini at vera knáur til at herja á sínar donsku landsmenn, so tað verður ógvuliga phestligt, sjálvt um vit onnur halda nationalistar vera keðilgar og sørar fyri humor.

Gunnvør Balle, sum sjálv er av danskari ætt fer eisini at herja harðliga á Danmark og fortelja um, hvussu nógv betri tað er at snorksova í Reykjavík enn í Kjøpinhavn, har tað eru alt for nógv fólk, ironiskir útisetar og larmandi bussar.

Teir phanatisku málmenninir, Jonhardur Mikkelsen & Kruse-Birgir umboða philologiina og krevja, at vit kvetta alt samband við danskt mál og danskan kultur og heldur velja Balkan sum phyrimynd, har Serbien og Kroatien royna at førka seg málsliga burtur frá hvørjum øðrum antin við grammatikk ella vápnamegi.

Í teirra nýggju geografi skjóta Kruse og Mikkelsen  upp, at Danmark verður heilt strikað av Europakortinum, meðan Ísland, Serbien, Catalonien  og Baskaralandið pháa  nógv meiri  pláss.

Hergeirur, fyrrverandi løgtings-phormaður ætlar sær symbolskt at detta av á Doktaragrund í solidariskari sympati  við phólkaatkvødu-phundar-fólkinum, men hann krevur at sleppa í eitt bleytt danskt fang, áðrenn hann fullførir sítt ekstatiska nationala ritual.

Aftaná verður dansur í Skrivarastovu, har øll tjóðveldis-sektin dansar gólvleys við kolsvørtum syrgibandi alla náttina. Reistrup og aðrir entusiastiskir DANSKIR  loysingar-jassar  skipa synkront í læntum húðaskóm.

Tórbjørn Jacobsen sleppir ikki við í gleimin, tí hann hevur flent bæði at Høgna og Reynatúgvuni. Og tað eru teir enn  øgiliga "skelkadir" um.

Hergeirur og Páll á Túgvu hava átikið  sær at vera á varðhaldi sum nationalar gorillur alt kvøldið, har teir vilja smyrja hvønn einasta óphrelstan phøroying, danskara  og Tobba av, hvis teir bara vága sær at  nærkast Høgareyni.

Hesir spakføru hampamenn verda vápnadir vid donskum spray-dósum og vatnkanónum, sum  teir hava "lænt" frá tí donsku politistovuni.

Tann ekstatiski fundurin kulminerar, tá ið Paranoia-kórið syngur tann íslendska, catalonska og baskiska nationalsangin í senn  afturvið  ”Sært tú fuglin har?”. Einki omanlop fer at ljóða hvøllari.

Henda spennandi euforiska seancan; hetta markanta tjóðveldisgildið endar ikki fyrr enn á ljósum morgni, tá ið ølið er uppi, og hvis ikki onkur gudsvinur úr Norðoya tjóðveldisfelag eigur ein kassa ella ein løgg at leska liðið við, so fer onkur teirra  aftur  til arbeidis at ”træla” fyri kærkomnan  danskan blokk, sum stórt sæð phinansierar meginpartin av hesum undirhaldandi partinum av tí groteska  eksperimentinum PHØROYAR.                                         

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo