Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Donsku myndugleikarnir hava eyðmerkt 74 persónar, sum eru seldir til tvingsilsarbeiði í Danmark.

Hetta skrivar DR.

Talan er um útlendingar, sum liva undir sera ringum umstøðum. Teir verða útnyttaðir og settir til hart kropsligt arbeiði, samstundis sum teir búgva í vesaladómi. 

Í tíðarskeiðnum 2009-18 hevur "Center mod Menneskehandel" eyðmerkt 74 persónar, sum eru komnir til Danmarkar at arbeiða innanfyri flutning, reingerð og byggivinnuna.

Bara í fjør vórðu 35 persónar funnir - fleiri enn nakrantíð áður.

Sambært Thomas Laigaard, sosialráðgeva í "Center mod Menneskehandel", er talan um fólk, sum koma frá desperatum støðum.

- Vanliga eru tað fólk, sum eru sera, sera sárbær, sum man hevur fingið til landið til at átaka sær hesi arbeiði. Og tey hava ikki neyðturviliga nakra fakliga bakgrund til at átaka sær tey, sigur Laigaard við DR.

At myndugleikarnir eyðmerkja fólk, sum arbeiða undir tvingsli, merkir ikki neyðturviliga, at nakar fer at verða dømdur fyri menniskjahandil.

Enn er eingin, sum er dømdur fyri menniskjahandil í Danmark.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo