Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vágatíðindi

Havi farnu 7 árini roynt at greitt frá í tíðindaskrivið við árslok hvørjar ætlanir bygdarāðið hevði fyri komandi árið, og hvørjar ætlanir ikki bóru á mál.

Seinastu bæði valskeiðini hava verið merkt av hækkandi inntøkum, og sjálvt um vit hava gjørt íløgur, sum vit hildu vera ráðiligar so er nettoskuldin nógv minni, enn vit høvdu torað at mett um við byrjanini av hesum valskeiði.

Við árslok 2013 var skuldin 23 mió. Kr við árslok 2014 20 mió. Kr, og við árslok 2015 góðar 14 mió. kr.

Hesar 14 mió svara til 35 prosent av einari álíkning, og sostatt kunnu lænast uml. 26 mió. kr, áðrenn komið er upp undir skuldarloftið.

Tær komunalu inntøkurnar verða brúktar til rakstur og íløgur. Nógvar rakstrarútreiðslur eru reguleraðar í lóg, m.a. barnaansingin, barnaverndin og eldraøkið. Hyggja vit í talvur hjá fíggjarmálaráðnum og Taks, so sæst, at okkara kommuna er ein miðal kommuna við miðal skattaprosenti, miðal frádráttum og tænastum annars. Hóast hetta, so liggja vit í betra endanum, tá talan er um skuld.

Sjálvur haldi eg, at raksturin er á einum rímiligum støði, og tað hava baði sitandi og undanfarna bygdaráð veri samd við mær í.

Heldur búskaparvøksturin fram, so meti eg, at 8 mió. kr. verða árliga til íløgur í komandi fýra ára skeiði. Hetta gevur góðar 30 mió. kr., og afturat tí kunnu lænast 18 mió.kr. í sama tíðarskeiði, áðrenn vandi er á ferð fíggjarliga. Sostatt slakar 50 mió. kr. er talan í besta føri um at gera gott við.

Sitandi bygdaráð hevur havt ætlanir um at gjørt íløgur í 2016, sum ikki eru gjørdar ella koma inn í rokniskapin fyri 2016. Talan er um 7 mió. til skülan og 2 mió. til heimið á Sýnini. Hesar skuldu veri brúktar í 2016, men eru tað ikki, og mugu tí endurjáttast í 2017.

Eisini hava vit bundið okkum til at skifta vøllin á Dungasandi út og gera aðrar dagføringar. Henda íløgan verður mett til góðar 3 mió. kr.

Sambart okkara limum í bygginevndini á Sýnini, Hendrikki Olsen og Jákupi á Stongum, so umhugsar nevndin at biðja kommunurnar um eykajáttan til heimið, so húsið verður enn meira dagført. Talið kenna vit ikki neyvt, men siga vit, at okkara partur verður 2 mió. kr., so síggja tær stóru íløgurnar í byrjanini soleiðis út.

Skúlin   7 mió.kr.
Sýnin    2 mió.kr.
Sýnin.    2 mió.kr.
Vøllurin. 3 mió.kr.
Íalt....     14 mió.kr.

Tá hesar íløgurnar eru gjørdar, tá hava vit nøktað tær tríggjar høvuðsuppgávurnar ein kommuna hevur, nevniliga barnagarð, skúla og eldraøkið fleiri ár fram.

Tað fyrsta nýggja bygdaráðið má fara undir, er at gera útstykkingar. Um alt gongur væl í hond, so eigur at bera til at fara undir tað síðstu projekteringina í samband við dagføringina av skúlanum nevniliga ítróttarhøllina.

Sune Jacobsen
Borgarstjóri í Sørvágs kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo