Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Tiltøk

Synergi: Bert 6 pláss eru eftir til skeiðið við ein av teimum bestu samskiftisserfrøðingunum í Danmark, Kresten Schultz Jørgensen.

At halda eina framløgu, sum fólk tíma at lurta eftir, kann vera ein stór avbjóðing.

Vit eru von at verða undirhildin, bergtikin, rørd og hugfangað.

Ein powerPoint framløga við 1000 punktum, nógvum teksti og nøkrum myndum er ikki nokk.

Tú skalt eisini duga at breiða tín boðskap. 

Tú skalt megna at fanga uppmerksemið hjá áhoyrarunum beinanvegin.

Tú skalt kveikja og ríka - ofta beinleiðis sannføra. 

Hetta er ikki lætt. So langt ífrá. 

Kom á skeið 1,5 dag og lær at gera eina framúr framløgu.

Nær er skeiðið?

8. november: kl. 9.00-15.30
9. november: kl. 9.00-12.00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo