Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Skúli

Skúlablaðið: Tá ið freistin at søkja størvini var úti mánadagin, vóru 5 umsóknir komnar inn til fyrstilærarastarvið í Velbastaðar skúla og 3 umsóknir til fyrstilærarastarvið í Skála skúla.

Bæði størvini eru farloyvisstørv til setanar í tíðarskeiðinum frá 1. august 2018 til 31. juli 2019. Í Velbastaðar skúla eru 46 næmingar í 7 árgangum, og 4 lærarar í føstum starvi starvast í skúlanum. Í Skála skúla eru 75 næmingar í 7 árgangum, og 7 lærarar í føstum starvi starvast í skúlanum, skrivar Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo