Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Onnur tíðindi

Tað var alt timað og lagt tilrættis niður í minstu smálutir tá pólski tjóðbankin í samstarvi við altjóða flutningsfyritøkuna G4S International Logistics herfyri flutti 100 tons av gulli - 8.000 gullbarrir - úr Bank of England í London til Narodowy Bank Polski í Warszawa.

Gullið er vert meira enn 30 milliardir krónur íalt. 

Gullið varð í skundi flutt úr Póllandi 4. og 5. septembur í 1939, tí har varð stúrt fyri, at tað kundi enda í hondunum á nazistunum. Sumt endaði í London, annað í New York og uppaftur okkurt í Kanada.

Meira kann lesast um søguna hjá pólska gullinum her.

Tað er ein liður í at styrkja búskapin og vera minni bundin av øðrum virðum sum tildømis virðisbrøvum í eini óstøðugari tíð við handilskríggi ímillum USA og Kina, sum ger at Pólland og onnur lond taka sítt gull heim frá goymslum ymsastaðni kring heimin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo