Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Ein bólkur av svium eru nú farnir undir átakið "Vit halda okkum niðri á jørðini í 2019", sum snýr seg um at fáa fólk at velja flogferðir frá í 2019.

Málið hjá fyriskiparunum er at fáa 100.000 sviar at melda seg til átakið. Higartil eru teir komnir nakað áleiðis við umleið 8.000 undirskriftum.

Flogfar er tað flutningstól, sum dálkar mest av øllum, og er tað við støði í hesum, at fyriskipararnir ynskja at fáa fólk at velja meira umhvørvisvinarligar loysnir.

DR fylgdi Maju Rosen, einum av stigtakarunum til átakið, meðan hon tosaði við fólk um átakið í suðursvenska býnum Malmø.

Maja hevur ikki flogið í 10 ár, tí hon sambært sær sjálvari hugsar um umhvørvið.

Við DR sigur hon, at eitt einstakt ár uttan flúgving sýnist meira yvirkomiligt fyri tey flestu enn restina av lívinum uttan flúgving.

- Men nógv uppliva so, so hvørt sum árini ganga, at tey saktans kunnu lata vera við at flúgva. Tí flúgva tey munandi minni, enn tey gjørdu áðrenn, sigur hon víðari.

Tilmeldingin til átakið fer fram á Facebook.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo