Ongin gevur seg fátækan
- føroyskt orðatak
Vinna

Hagstovan: Jólamánaðurin er vanliga tann mánaðurin í árinum, tá mest verður útgoldið í løn, og soleiðis var eisini í fjør. Tá vórðu 836 milliónir krónur útgoldnar, og tað er met fyri einstakan mánaða.

Trendurin fyri desembur, ið tekur hædd fyri árstíðaravvikum og øðrum óreglusemi í lønargjaldingunum, er 765 milliónir.

Seinastu 4 árini hevur verið ein javnur vøkstur í lønargjaldingunum uttan summarið 2016 tá útgjaldingar stóðu meira í stað.

Nú árið er komið at enda, kann staðfestast at útgoldnu lønirnar í 2017 hava tilsamans verið góðar 9 mia. kr. í mun til góðar 8,5 mia. kr. árið fyri. Hetta er ein vøkstur á 5,7%. Vøksturin hevur verið støðugur seinastu fýra árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo