Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Vit koma til landið við 850 km/t, og skulu so skríða gjøgnum Miðvág og Sandavág við 15, ella minni.

Áðrenn 2002 skuldu vit standa á Oyrargjógv og bíði eftir einari lítlari bilferju, sum kom stríðandi eftir liðini um Vestmannasund. Tíbetur eru vit komin víðari - men nakað kann enn broytast til tað betra.

Vit skulu sjálvandi ikki koyra gjøgnum Miðvág og Sandavág við 850 km/t, men vit áttu at kunna koyrt millum Flogvøllin og Tórshavn ella Klaksvík við 80 km/t ella helst t.d. 90 km/t, og tað við nógv betur ferðslutrygd enn í dag.

Myndin er tikin í fyrradagin í Miðvági. Alt, sum verður gjørt fyri at betra ferðslutrygdina í Miðvági og Sandavági, fer bara at gera umstøðurnar hjá ferðsluni verri, og bøtir lítið ella einki um trivnaðin í bygdunum báðum.

Øll ynskja vit at betra um ferðslutrygdina, tí er ein tunnil millum Fútaklett og Vatnsoyrar einasta loysn.

P/F Vágatunnilin bíðar eftir boðum at fara í gongd.

Alt er klárt - eingin vegur skal gerast, "bara" ein tunnil.

Komið í gongd! 

Samferðsluáhugaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo