Hjartaleysur er hann, sum ber hjarta sítt uttan á bringuni
- úr Børkuvísum

Analýsufelagið Bitwise kom við rapport í dag sum analýserar 81 av størstu kryptobørsunum, sum tilsamans umseta bitcoin fyri seks milliardir dollarar um dagin.

Men bert 5 prosent av hesum er legitimt, sambært Bitwise.

– Fólk sum fáast við kryptovaluta siga at marknaðurin er eitt rót - tað er tí at dátan sum sæst er manipulerað, sigur analýsusjefurin í Bitwise, Matthew Hougan, við CNBC.

Analýsan vísur at «næstan allir» handlar snúgva seg um at keypa og selja sama kryptovaluta samtíðis fyri at fáa tað at síggja út sum at aktivitetur er á marknaðinum. Við øðrum orðum so er næstan allur handil falskur.

– Tá ið tú skert burtur ekkokamarið av hesum óbrúkligu tølunum, so átti kryptomarknaðurin at verið ein vælskipaður og effektivur marknaður, sigur analýsusjefurin.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo