Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Innlendis ítróttur

FSF: Sum fyrireiking til EM-undankappingina hjá kvinnum, sum byrjar í heyst, fer føroyska A-landsliðið til Litava fyrst í komandi mánað, har tveir venjingardystir eru á skránni.

Fyrri dysturin verður spældur tann 7. apríl, meðan tann seinni verður 9. apríl.

Hópurin
Monika Biskopstø, AaB Ålborg (DAN)
Birita Bergsdóttir Nielsen, ÍF/Víkingur/B68
Birna T. Mikkelsen, EBS/Skála
Lív F. Arge, Sundby (DAN)
Rakul V. Magnussen, EBS/Skála
Heidi Sevdal, HB
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DAN)
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, KÍ
Margunn Lindholm, Sundby (DAN)
Jóna Nicolajsen, B36
Katrina Akursmørk, KÍ
Julia Naomi Mortensen, HB
Ása á Reynatúgvu, HB
Rebekka Fjallsá Benbakoura, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Nadja Dam Johannesen, HB
Rebekka E. Danielsen, Hinna FK (NOR)

Í EM-undankappingini eru Føroyar í bólki C, saman við Noregi, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi. Føroyska liðið leggur fyri á heimavølli 29. august, tá Wales kemur á vitjan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo