Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Eg havi, nú tríggjar hósdagar á rað, kunna fylgt dokumentarsendingini “Aftur til lívið” eftir Dagmar Joensen-Næs og Jónfinni Stenberg. Allar sendingarnar vóru sera ærligar og gevandi, har tríggir ymiskir persónar hava greitt opið frá sínum lívi og teimum avbjóðingum, tey hava drigist við.

Nakað sum rakti meg, var ein hending, eg sjálvur havi verið útfyri í Odense fyri 25 árum síðan. Har komu vit inn á sjúkrahúsið og skuldu út aftur at finna ein telefon, áðrenn vit kundu móttaka, ta hjálp okkum tørvaði.

Rógvi mátti lána telefonina í móttøkuna á landssjúkrahúsinum fyri síðan at ringja, áðrenn tey kundu hjálpa honum. Men tíbetur, sum vit hoyrdu, kundi hann fáa tað hjálp, hann hevði brúk fyri.

Hetta kann á ongan hátt góðtakast. At menniskju sum møta upp á einum sjúkrahúsi í Føroyum, skulu ringja, áðrenn tey kunnu fáa síni ørindi avgreidd í 2019.

Í 2018 kom Sambandsflokkurin við einum uppskoti, at veita øllum føroyingum viðgerðartrygd. Hetta kann ljóða sum ein sjálvfylgja, men tíverri er hetta ikki veruleikin, sum støðan er í dag. Vit hava nógvar føroyingar, ið hava teknað privattryggingar, og harvið tryggja sær eina viðgerðartrygd. Persónliga meini eg, at hetta eigur at vera í tilboði hjá okkum øllum, óansæð aldur, kyn og inntøku.

Til seinast vil eg bert takka Dagmar Joensen-Næs og Jónfinni Stenberg fyri eina sera góða sending, og tykkum trimum higartil, sum hava viljað opnað tykkum so sárbært, fyri at geva okkum innlit í tykkara stríð í gerandisdag.

Jaspur Langgaard
valevni fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo