Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Vinna

Tórshavnar kommuna: Nógvar eru søgurnar um fyritøkur í Tórshavnar kommunu, sum hava vaksið seg stórar og sterkar. Ein teirra er Articon. Fyritøkan varð stovnað í 2001. Tá vóru fleiri eigarar, og síðani hava verið nakrar broytingar soleiðis, at teir báðir Niclas Joensen, fíggjarstjóri, og Jón Sigurdsson, stjóri, eiga Articon í dag.

Í dag vitjaði borgarstjórin, Annika Olsen, Articon til kunning um virksemið og eitt prát um framtíðar ætlanir.

Tá ið Articon varð sett á stovn, áttu útlendskar fyritøkur mestsum allar stórar byggiverkætlanir í Tórshavnar kommunu og í Føroyum annars. Nýggja fyritøkan vildi kappast við útlendsku byggifeløgini. Og teir vildu vera fakliga og tøkniliga á hædd við útlendsku kappingarneytarnar.

Verkætlanir oman fyri 20 mió. kr. fóru um hetta mundið vanliga til útlendskar fyritøkur. Articon vildi broyta hesa siðvenju, teir vildu gera tað sjálvir.

Fyritøkan leggur seg millum annað eftir at hava góða verkætlanarleiðslu og altíð at veita góðsku. Teir hjá Articon eru eisini kendir fyri at hava góð amboð og at seta trygdina í hásæti.

Tá ið fyritøkan varð sett á stovn, settu teir sær høg mál. Teir vildu ráða í egnum húsum, og teir vildu vaksa. Síðani teir tóku kappingina upp við útlendsku fyritøkurnar, er starvsfólkahópurin vaksin nógv, og starvsfólkini trívast sera væl.

Jón Sigurðsson, stjóri, greiddi frá, at fyritøkan fegin vil nýta føroyskar undirveitarar, tá ið hetta ber til.

Fyritøkan hevur merkt góðu búskaparligu gongdina í Føroyum seinastu árini. Umsetningurin í 2017 var 350 mió. kr. – ella knappar 30 mió. kr. um mánaðin.

Seinastu árini hevur yvirskotið verið áleið 17-18 mió. kr. á hvørjum ári. Eginpeningur felagsins er í dag 59 mió. kr.

Articon arbeiðir við nógvum verkætlanum í løtuni. Teir eru eitt nú við at gera Føroya størsta fólkaskúla úti á Fløtum í Havn. Og so stendur stóra smoltstøðin norðuri á Strond eisini í gerð. Bæði hesar og nógvar aðrar verkætlanir eru sera spennandi, greiddu teir báði eigararnir borgarstjóranum frá á vitjanini í dag.

Eini 270 fólk eru í starvi hjá Articon í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo