Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Í Dr. Margrethu barnagarði høvdu tey felagssamling í morgun, har Marjun Lassen, leiðari greiddi børnunum frá um sálarheilsu og um ABC fyri sálarliga heilsu. 

Høvuðsboðskapurin í ABC er at vera virkin, saman og hugbundin, og við útgansstøði í hesum, fingu børnini innlit í, hvat sálarheilsa er og hvussu ABC kann brúkast í barnagarðinum. Børnini í barnagarðinum tóku orðini til sín og dugdu væl at skilja týdningin av góðari sálarheilsu.

Gjøgnum dagin hava tey eisini verið røsk at vísa hvørjum øðrum áhuga og umsorgan, og starvsfólkini í barnagarðinum hava somuleiðis havt stóra gleði av eitt nú ABC-krabbagogguni, sum er góð at brúka til at seta hol á samrøður og hugnaliga samveru millum børn og vaksin.

Sjóneykan verður sett á ABC og sálarliga heilsu alla hesa vikuna, og leygardagin enda vit ABC-vikuna við tiltakinum "Gakk ella renn" fyri heilsuna, sum Treysti og Klaksvíkar kommuna skipa fyri saman. Tað tiltakið byrjar við Býráðshúsið á Nólsoyar Pálsgøtu 32 kl. 11 leygarmorgunin, og eftir túrin verður okkurt gott at fáa í Býráðssalinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo