Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Um Fólkaflokkurin og Jacob Vestergaard eru so troyttir at gera tær neyðugu broytingarnar, so er at lata tað yngra ættarliðið og tey, sum vilja broyta okra dálkandi verumátar, sleppa framat. Tí tað eru tey yngru, sum hóast alt skulu arva lortaspannina eftir líkasælu Fólkafloksins og troyttum gubbunum, sum vilja pengar fyri ein og hvønn prís.

Ímyndið tykum, um allar smátjóðir ella lond, sum lutfalsliga eru minni enn Kina og USA, kunnu siga tað sama? At rættvísgera líkasæluna og pengagreði tí okur gera ongan mun í mun til hini. Okur noyðast ikki at broyta okra útlát ella okra dálking, tí okur eru so lítil, og tað ger ongan mun. Hvat er so broytt, tá troyttir gubbar hópa seg upp? So koyra okur í sama dálkandi mun, til alt er oyðið!

Føroyar eru líka so nógv ein partur av heiminum, umhvørvinum og veðurlagnum, sum Nýsæland er - hinumegin jørðina. At halda at okur onkursvegna eru í undantaksstøðu vegna okra stødd er líka snævurskygt og fjákut sum tey, ið halda, at veðurlagsbroytingar er íspunnið, og at koppseting elvir til sjúkdómar.

Føroyingar og Føroyar skulu gera sín part, og okur kunnu saktans ganga undan og verða ímyndin av, hvat er skilabesta loysnin.

Rákið eggjar til tað, sum neyðugt er at gera, meðan at halda fram at dálka og verða rótin til hægri útlát er hvørki rætt ella rættvísgjørt. Spurningurin er, skulu okur plága okum her í dag og gera tað, sum rætt er, ella skulu okur geva plágurnar víðari til okra eftirkomarar, tí at Fólkafloksmenn eru troyttir?

Jeg velji at taka ábyrgd í dag og ikki plága okra eftirkomarar við okra skeivleika líkamikið hvussu lítil tjóðin er!

Jens Arni Leo Hammerfoss
formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo