Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Tónleikur

Poppstjørnan Adele skal skiljast frá manninum, hon hevur verið gift við í sjey ár, Simon Konecki.

Tað váttar hon fyri tíðindastovuni AP.

Tað eru Benny Tarantini og Carl Fysh, ið umboða Adele, sum vátta tíðindini í einum úttalilsi til AP.

– Adele og maður hennara eru separerað. Tey binda seg at ala sonin upp saman og í kærleika. Sum altíð biðja tey um virðing fyri privatlívinum. Tað eru ikki fleiri viðmerkingar, skriva teir í teldupostinum til AP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo