Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

Nú tað frættist í nýggjum tilmæli frá arbeiðsbólki undir leiðslu av Heilsu- og innlendismálaráðnum, at niðurstøðan er tann, at ung og vaksin í aldrinum 15-35 ár, sum stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi, skulu fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, vilja vit í ADHD-felagnum koma við hesari áheitan.  

Vit í ADHD-felagnum kunna vit ikki góðtaka, at eitt niðara aldursmark er sett! 

Angist og tunglyndi eru typiskar fylgisjúkur av óviðgjørdum og undirviðgjørdum ADHD, tí er skilabetri, at bjóða sálarfrøðiliga viðgerð og fyribyrja at okkara børn fáa hesar herviligu fylgisjúkurnar.

Tað er ritað í stein, at besta viðgerð fyri ADHD er ein samanseting av heilivági, sálarfrøðiligari viðgerð og námsfrøðligari vegleiðingi. Í dag fáa børn við ADHD onga sálarfrøðiliga viðgerð bjóða.

Í besta falli, eru tað bert tey ríku, ið hava ráð at rinda tær uml. 850kr ein tími hjá sálarfrøðingi kostar. 

Hettar er við til at skapa stóra gjógv ímillum samfelagsbólkar og javnstillar ikki børnini í Føroyum.

Vit gleðast yvir tey, ið fáa ágóðan, um átakið verður veruleiki. - Men fyri tey minstu hjá okkum, so harmast vit almikið, og skilja als ikki, hvussu man kan útiloðka teimum frá í summum førum lívsneyðugari viðgerð.

- Innan ADHD hevur tíðliga innsatsur alt at siga fyri útlitini fyri góðum úrslitið av viðgerðini, og hevur fyri mong sera nógv at siga fyri, hvussu góðskan í vaksna lívinum verður. 

At seta børn við ADHD tíðliga í sálarfrøðiliga viðgerð loysir seg ikki bara menniskjasliga best, men eisini samfelagsliga.

Vit ynskja ikki at gera menniskjalív upp í pengum, men júst innan ADHD vísa allar granskingar tað sama, at tað samfelagsliga loysir seg allar best at seta tíðliga inn við viðgerð.

Sambært WHO sleppa umleið helvtin av ADHD sjúklingum av við diagonosina tá tey eru vaksin, væl at merkja við røttu viðgerðini!

So góða Sirið, við hesum vilja vit í ADHD-felagnum heita á teg, um at broyta tilmæli til eisini at umfata børn við ADHD yngri enn 15 ár. 

Bjørg Dam
Forkvinna í ADHD-felagnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo