Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Vinna

Tað hevur verið ein meginregla í føroysku fiskivinnuni, næstan síðani fiskiskapur tók seg upp í Føroyum, at ein reiðari til eina og hvørja tíð kann selja sítt skip við loyvum. 

Skip eru vinnutól og kunna bert nýtast um tey hava loyvi at fiska. At selja eitt skip uttan loyvi í Føroym er næstan ómøguligt.

VP hevur spurt Christian Andreasen, advokat, hvussu verður, nú nýggja løgtingslógin um umsiting av sjófeingi er samtykt.

- Skipanin viðvíkjandi keypi og sølu av skipum er sambært nýggju lógini fullkomuliga kollrend. Løgtingið hevur við nýggju løgtingslógini um sjófeingi sett úr gildið allar vanligar fíggjarligar grundreglur og siðvenjur. Sambært nýggju lógini eru skip og loyvir fullkomliga atskild.

- Hóast reiðarin - í hvussu so er á pappírinum – enn eigur ein part av søguligu rættindinum, kann viðkomandi reiðari ikki longur selja síni loyvir saman við skipinum. Skipið má seljast fyri seg og søla av fiskirættindum skal seljast gjøgnum eina aðra skipan. Søla av fiskirættindum skal nevniliga yvir eitt alment útboð, sigur Christian Andreasen.

Víðari sigur advokaturin, at avleiðingin av hesum verður, at tað undir verandi umstøðum ikki verður møguligt hjá einum reiðara at disponera yvir sínum rættindum.

- Øll sum hava við fiskivinnu at gera vita, at ein reiðari bert kann sleppa av við sítt skip um hann samstundis kann tryggja keyparanum av hesum skipi rættindi til at fiska við skipinum. Annars er bert møguligt at selja skipið av landinum.

- Fiskirættindi kunna sambært nýggju lógini bert seljast undir ávísum avmarkaðum treytum, men felags fyri sølu av øllum fiskirættindum er, at sølan av fiskirættindum skal yvir eitt alment útboð.

- Við øðrum orðum kunna seljari og keypari ikki longur avtala seg fram til eina sølu av einum skipi soleiðis, at verandi loyvir fylgja við. Úrslitið av hesum verður, at øll vanlig søla av skipum helst kemur at steðga.

- Vit kunna bara ímynda okkum, hvussu støðan hevði verið á húsamarknaðinum, um húsasølur blivu skipaðar soleiðis, at sjálv húsini kunna seljast í vanligum handli millum seljara og keypara, meðan bústaðarræturin (rætturin at nýta húsini) skal yvir eina almenna uppboðssølu.

- Keyparin risikerar jú við hesi skipan slett ikki at sleppa inn í húsini, vísur advokaturin á.

- Verða skip seld í samband við húsagang fella enntá øll loyvir aftur til tað almenna. Við øðrum orðum kunna lánsveitarar og kreditorar ikki longur hava álit á, at eitt reiðarí hevur síni loyvir í lagi um viðkomandi reiðari kemur í fíggjarligar trupullekar.

- Reglan um, at loyvir fella burtur í sambandi við húsagang, kann eisini hava við sær kaotiskar tilstandir, m.a. misbrúk av reglunum um konkursáheitanir og hesar reglur koma eisini at hava við sær, at veðvirði hjá fíggingarstovnunum kann blíva fullkomuliga burtur.

- Eg kann ikki ímynda mær, at nakar yvirhøvur kann fáa fígging til skipakeyp undir hesum treytum, sigur Christian Andreasen.

Hansara metan er, at nýggju relgurnar eru sera illa umhugsaðar.

- Nýggju reglurnar seta úr gildið allar vanligar fíggjarligar fortreytir, sum gera seg galdandi viðvíkjandi keypi og sølu av vinnutólum, herundir skipum.

- Nýggju reglurnar leggja snøgt sagt upp til ruðuleika í føroysku fiskivinnuni og tær koma ikki á nakran hátt at hava við sær eina virðisøking fyri føroyska samfelagið.

- Úrslitið verður tað beint øvuta.

- Fekk í vikuni ein fyrispurning frá einum reiðara um sølu av skipi. Viðkomandi gjørdist sum vera man sera skakkur, tá eg greiddi honum frá nýggju reglunum.

- Tó mátti eg samstundis siga honum, at enn kenna vit ikki eksaktu treytirnar, tí kunngerðir eru ikki gjørdar, sigur Christian Andreasen, advokatur, í viðmerking við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo