Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Vinna

- Í dag ræður duopol á føroyska telemarknaðinum. Tá ið einans tveir televeitarar eru á marknaðinum, gerast tænasturnar frá báðum veitarum nærum eins. Soleiðis siga tríggir mans, Tummas við Skipá, stjóri, Tróndur Hentze Sørensen, fíggjarstjóri og Kurt Samson, tekniskur stjóri, á heimasíðuni hjá nýggja telefelagnum sum teir hava í umbúna.

- Í mun til verandi televeitarar, verður TOSA heilt øðrvísi. Við m.a. at skera allar óneyðugar útreiðslur burtur, fara vit at lækka prísin á fartelefon- og farbreiðbandshaldum. Hetta verður gjørt á ein skynsaman hátt uttan at slaka krøvini til dygd og trygd, siga teir eisini í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum.

Umframt at vísa áhuga sum kundi ber eisini til á heimasíðuni hjá TOSA at tekna partapening í fyritøkuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo