Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Útlendis ítróttur

Leicester-áloyparin Jamie Vardy kom frá botninum av ligasysteminum til skoringstoppin í Premier League. Nú ætlar Hollywood sær at gera ein film um Leicester-kometina.

Tað skrivar NRK.

«You can't make this shit up», verður sagt í Hollywood.

Og tað er helst motivasjónin hjá teimum sum í skrivandi stund arbeiða við at festa søguna um Vardy til løriftið.

Sambært The Daily Star sigur ein kelda í Warner Brothers at arbeitt verður við málinum.

– Tað er nógvur spenningur um Vardy-prosjektið, tí fleiri filmsfeløg hava leitað eftir einum nýggjum feelgood-filmi, sum «Field Of Dreams».

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo