Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Mynd: VP.FO

Tveir útlendingar fóru klokkan 15 í dag niðan á Villingardalsfjall, og hava teir boðað frá, at teir ætla sær at gista á Villingardalsfjalli í nátt, tí er leitingin eftir teimum avblást.

Bjargingartyrlan var boðsend fyrr í kvøld, tí ein leigubilur stóð á parkeringsplássi við gøtuna niðan á Villingardalsfjall, og fólk hildu seg hava sæð ljós á fjallasíðuni.

Men sambært MRCC, so hevur samband verið við teir báðar menninar, sum siga at alt veit væl við hjá teimum, og at teir ikki hava boðað frá, at teir eru í nøkrum vanda.

Sambært fólki á staðnum, so eru viðoyingarnir sum fóru niðan at leita eftir monnunum, á veg oman aftur.

Mynd: VP.FO

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo