Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Lesarin skrivar

Í in.fo sunnudagin er grein undir heitinum “Nú skal avgjald leggjast á útlendsk ferðafólk í Føroyum”. Í viðtalu greiðir Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum frá, at tað er næstan klárt at seta í verk skipan, har prísurin hjá útlendingum, sum brúka bygdaleiðir og sjóvegis leiðir hjá Strandfaraskipum Landsins (SSL), verður væl dýrari enn hjá føroyingum.

Ítøkiliga verður m.a. eisini víst á kostnaðurin við Smyrli skal verða í minsta lagi 100 kr. hægri fyri útlendingar enn fyri føroyingar – og harumframt at útlendingar skulu rinda væl meiri enn føroyingar við bygdaleiðum og hinum sjóvegis leiðunum hjá SSL.

Seinastu árini er talið av ferðafólkum, sum koma til Føroyar vaksið stútt og støðugt. Í vikuskiftinum varð eisini kunnað um, at umsetningurin frá útlendskum vitjandi í 2018 var 731 mió. kr. og at tað eru 643 ársverk sum virka innan ferðavinnuna. Ein partur av landinum hevur eisini av álvara merkt vøksturin í ferðavinnuni. Sum verða man eru tað serliga hotel, gistingarstøð, matstovur, kafeir og barrir os.fr. í miðstaðarøkinum, sum njóta serliga gott av hesum.

Í Suðuroynni hevur seinastu árini verið arbeitt við ferðavinnumenning. Hóast stórur vøkstur í talinum av ferðafólkum, sum vitja Føroyar, so er ikki sami vøkstur í Suðuroynni. Ongin ivi er tó í, at ferðavinnan hevur framúr møguleikar í Suðuroynni og fer væntandi eisini at verða ein týðandi liður í at skapa menning í Suðuroynni. Hetta arbeiða vit eisini fram ímóti.

Nýggja átakið hjá landsstýrismanninum í Samferðslumálum fer tó neyvan at skunda undir økingina í talinum av ferðafólkum, sum vitja Suðuroynna, nú útlendsk ferðafólk í Føroyum skulu rinda hægri serprís til m.a. Suðuroynna.

Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at inntøkurnar frá hesum serprísi til útlendsk ferðafólk skal markast til serlig endamál, eitt nú náttúruvernd.

Um ætlanin er at fáa fleiri inntøkur frá útlendskum ferðafólkum, sum vitja Føroyar, og brúka hetta t.d. til náttúruvernd, so er sjálvandi at fara eftir tí stóra skaranum av vitjandi, og ikki teimum fáu, sum t.d. vitja Suðuroynna.

Í Evropeisku stórbýunum, sum hvørt ár fáa innrás av túsundtals av ferðafólkum, eru nógv dømir um ferðamanna-skatt / turist-skatt. Talan er bæði um skipanir, har ein prosent-satsur er lagdur á tænastur ella ein føst upphædd verður goldin fyri t.d. at gista í hesum býum.

Er endamálið at fáa inntøkur frá útlendskum ferðafólkum til m.a. náttúruvernd, so gevur tað ikki meining bara at hækka prísirnar hjá teimum útlendsku ferðafólkunum, sum við bygdaleiðum og skipum hjá SSL fara út um miðstaðarøkið at uppliva útjaðarin í Føroyum.

Er ætlanin at fáa fleiri inntøkur frá útlendskum ferðafólkum, so er antin at leggja eitt avgjald á øll útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroyar við flogfari ella skipi, og/ella leggja eitt avgjald á gistingar, eins og gjørt verður í øðrum londum.

ES: Heðin Mortensen, landsstýrismaður, vísti í viðtaluni á, at orsøkin til at hann var ímóti at leggja avgjald á útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroyar, er, at hetta kann fáa ferðafólk at setast aftur. Spurningurin er, um argumentini hjá landsstýrismanninum ikki kunnu brúkast fyri Suðuroynna eisini – um ferðafólk ikki velja at setast aftur, um avgjald verður lagt á m.a. Suðuroyarleiðina?

Dennis Holm, borgarstjóri
Vágs kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo