Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Onnur tíðindi

Ætlanin var at leggja eitt stórt vinnuøki norðanfyri Gomlurætt, tí Tórshavnar kommuna manglar slík øki, men ætlanin er nú slept, sigur formaðurin í Vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, Bogi Andreasen, við VP.

- Vit hava verið í eini tilgongd og samráðst um prísin á grótinum frá Sandoyartunlinum, men vit fáa ikki semju um prísin.

- Prísurin hevur verið nakað høgur, og tá ið ætlanin er at selja víðari til vinnuna, so verður prísurin ikki kappingarførur, sigur Bogi Andreasen í stuttari viðmerking við VP.

Sí um ætlanina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo