Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Krutl

Tú hevur kanska sæð Mikkel Beha Erichsen og familjuna, sum sigldi kring allan heim nærhendis Ekvador í glastrevjabátinum Havana, í sjónvarpinum. Ferðin tók trý ár, endaði fyri einum góðum ári síðani, og er blivin til nógvar áhugaverdar sjónvarpssendingar um upplivingar á leiðini.

Nú hava tey skift bátin út við ein størri, og koma millum annað til Føroya, skriva tey á heimasíðuni.

Tey ætla eisini at fara til Íslands, Grønlands og framvið norsku vesturstrondini.

Nýggju sendingarnar byrja í januar næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo