Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Útlendis ítróttur

Hondurski fótbóltsleikarin Arnold Peralta er skotin og dripin, upplýsur løgreglan fyri tíðindastovuni AFP.

VG skrivar at miðilin La Prensa skrivar at tann 26 ára gamli fótbóltsleikarin var skotin á einum parkeringsplássi uttanfyri eina handilsmiðstøð í LA Ceiba, har norðuri í Honduras.

Peralta hevur fyrr spælt við skotska fótbóltsfelagnum Rangers, men hevur í seinastuni spælt við hondurska Olimpia Deportivo, sum á síni Facebook-síðu skrivar at felagið og landsins fótbóltsheimur eru í sorg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo