Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

Kreppurakta Boeing hevur sett um 50 737 NG-flogfør av trygdarávum eftir at funnar vóru rivur í veinginum.

Um 1000 flogfør eru kannað og um 50 av teimum høvdu rivur, skrivar tíðindastovan AFP.

Avstralska flogfelagið Qantans hevur tikið øll síni Boeing 737-flogfør úr flúgving eftir boðum frá Boeing um at kanna øll 737NG-flogførini fyri rivur í sonevnda “pickle fork”.

– Tað er ein partur av strukturinum sum stuðlar veinginum. Hetta kann føra til at tamarhald verður mist á flogfarinum, sigur Steve Purvinas í avstralsku flogmyndugleikunum sambært The Guardian.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo