Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Bøkur

Bárður Oskarsson verður ein av teimum, sum verður nevndur í nýggja listanum hjá Deutsche Jugendbibliothek.

Listin, talan er um, er tann við teimum, ið verða heiðrað við White Raven merkinum, ein heiður, sum er høgt í metum millum rithøvundar og myndprýðarar.

Hetta er triðju ferð, Bárður verður heiðraður við White Raven. Fyrstu ferð var í 2006 fyri Ein hundur, ein ketta og ein mús, aðru ferð var í 2013, tá ið Stríðið um tað góða grasið fekk heiðurin og nú fær seinasta bókin Wilbert White Raven merkið.

18. oktober ber til at fara inn á heimasíðuna hjá Deutsche Jugendbibliothek www.ijb.de og síggja listan við teimum 200 bókunum úr 60 londum, og á bókamessuni í Frankfurt verða allar bøkurnar framsýndar saman við prentaðum katalogi hósdagin 20. oktober.

Bøkurnar hjá Bárði eru sera væl umtóktar um allan heim: Bókin Flata kaninin er nú givin út í sjey londum og seld í trimum londum aftrat: Bulgaria, Slovenia og Ungarn.

Stríðið um tað góða grasið er í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókmentaprísin 2016, rættindi til hana eru seld til Danmarkar og Noreg.

Seinasta bókin Wilbert, sum Bókadeildin gav út í ár hevur eisini fangað áhugan hjá útlendskum forløgum. Rættindi til hana eru seld til Danmarkar, Noreg og Kanada/USA.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo