Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Limir í bretska Undirhúsinum hava nú tikið Brexit úr hondunum á Theresu May, forsætisráðharra. 

Stjórnin er blivin niðurstemmað í eini tvørpolitiskari samgongu, sum 329 av limunum stuðlaðu ímóti 302, sum atkvøddu ímóti. Ætlanin er nú at bróta naggatódnina og fáa glið á aftur við at gera eina røð av alternativum, sum atkvøðast skal um. 

Tríggir ráðharrar í stjórnini hjá Theresu May atkvøddu ímóti henni, og hava tí lagt frá sær. Ein av teimum er pro-europeiski vinnumálaráðharrin, Richard Harrington.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo