Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Helgi Dam Ziska er aftur oddamaður á føroyska talvlandsliðnum.

Talvsambandið: Føroyar fáa longu í dag møguleikan at løna Malta ósigurin í fótbólti í gjár aftur.

Klokkan 15 í dag verða fyrstu leikirnir fluttir í sættu talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa. Í ár er stevnan í San Marino.

Føroyar vunnu kappingina seinast. Tá var telvað í Andorrra. Føroyar hava vunnið tríggjar ferðir higartil. Men í ár fer helst at standa á at vinna. Tvær orsøkir eru til tess. Annað er, at føroyska liðið er ikki mannað við øllum okkara bestu telvarum. Í øðrum lagi hevur Andorra brynjað seg við so sterkum liði, at teir mugu metast at vera stórfavorittar hesaferð.

Nógv avboð
Føroyska landsliðið er mannað soleiðis í San Marino: 1. GM Helgi Dam Ziska 2538 2. IM John Rødgaard 2281 3. Sjúrður Thorsteinsson 2222 4. Hans Kristian Simonsen 2147 5. Luitjen A. Apol 1906.

Tá ið Føroyar sigraðu fyri tveimum árum síðani í harðari kapping við Andorra og Monako vóru brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen við og gjørdu góðan mun. Teir eru ikki við hesaferð, ei heldur John Arni Nilssen og OL-telvararnir Martin Poulsen og Olaf Berg. 

Føroyar plaga at lata ein ungling royna seg sum fimta mann á liðnum í hesum kappingunum. Í ár fell valið á Luitjen Apol, sum herfyri gjørdist næstbestur í norðurlandakappingini í sínum aldursflokki.

Eftir styrkitølunum at døma eru Føroyar seedaðar næstfremst. Andorra hevur styrkt seg við sponskum altjóða meistara aftrat øðrum sponskum stórmeistara og altjóða meistara, sum eisini vóru á liðnum hjá Andorra fyri tveimum árum síðani. Miðalsstyrkitalið hjá Andorra er 2405. Føroyska liðið hevur miðalstyrkitalið 2297. Síðani er Monako styrkismett nummar trý við miðalstyrkitalinum 2255.

Tíggju lið kappast
Kappingin byrjar í dag og endar leygardagin. Tey tíggju liðini hava ein dyst sínamillum, umførini eru tí níggju í alt. Summar dagar eru tí tvinnanda dystir á skránni. Tað er harður kostur.

Føroyar leggja sum sagt fyri í fyrsta umfari í dag móti Malta.

Liðini í kappingini eru Andorra, Føroyar, Monako, Luksemburg, Malta, Kyprós, San Marino, Liktinstein, Jersey og Guernsey.

Til ber at fylgja við á netinum leik fyri leik frá kappingini í San Marino. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo