Arvi skal ongin ótolnast eftir
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Bjarni Djurholm á Facebook: Tað er ótrúligt at síggja og hoyra KvF.

Í gjár slapp landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum uttan ein tann einasta kritiskan spurning at geva reiðarum og fiskimonnum skyldina fyri, at politiskt ásetta uppboðssølan nú fer at minka inntøkurnar hjá sjómonnum við 25%.

So eiðasørt, at tað kom tíðindamanninum til hugs at spyrja, um landsstýrismaðurin ikki eigur ábyrgdina av inntøkumissinum hjá vinnuni.

Ístaðin slapp hann - sum altíð at geva hinum skuldina. Landsstýrismaðurin var óseka offurið, sum vant farnu 20 árini.

Og í kvøld at seta Henrik Old yvirav Óluvu Klettskarð, sum onga aktiu eigur í nakrari loysn í tunnilsgerðini norður um Fjall, var ein rein joke.

Óluva og Tjóðveldi vóru ímóti at viðgera tunnilsloysnina frá Norðuroyartunlinum.

Hon steðgaði framskundanini, men slapp ótarnað í kvøld at gera seg til talskvinnu fyri at fáa tunlarnar gjørdar beinavegin - men tað var kanska evsta endamálið hjá KvF - at gera Óluvu Klettskarð eina politiska tænastu, nú hon kom í mótvind í Norðoyggjum?

Sær sjálvum líkt, so hevur KvF EINGI kjak, har politiskt bit er í.

Seinasta týskvøld var kjak um IMO og útlát hjá skipum. Har var bara uppiíprát millum vert og “kjakararnar”.

Soleiðis verður henda samgongan friðað, hóast tað eru uppí leypar av gølumálum at viðgera - men so eiðasørt.

Seinasta samgonga fekk ikki eitt andarhald frá KvF eina einastu løtu.

Kjak-setuppini vóru púra eyðsýnd tá, vertirnir vóru, saman við táverandi andstøðufólkum, bæði ákærar og dómarar, meðan samgonguumboð vóru á ákærubeinkinum.

Fyri ikki at gloyma allar politisku ræðu - framhaldssendingarnar, hvør í fleiri pørtum.

Nú er einki, bara kínan og uppiíprát.

Tað ljóðar, at frá 2011 til september 2015 var í tíðindadeildini i KvF ein serdeild, sokallað task force - deild, sum bara skuldi taka sær av samgonguni og samgongufólkum.

Henda deildin skal vera avtikin, tá miðlasamgongan var skipað 14. september 2015.

Hetta er so føroyska versiónin av public service.

Sig mig hvem du omgås, så skal jeg sige hvem du er - siga danir.

Kanska ikki so trupult at síggja heildina í tíðindaflutninginum, sæð í ljósinum av hesum orðataki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo