Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Bara lýsingarorðið "afturlatin" kloynt uppí auktión skapar beinanvegin tað viðgitna "contradictio in adjecto", sum íkki má koma fyri í nøkrum skilagóðum setningi.

Ein auktión kann ALDRIN vera afturlatin, tí so er hon ikki nøkur auktión, so einfalt er tað!

- Tað er ein innantómur absurditetur frá fiska-ráðharranum!

Men fiskaministarin Høgni Hoydal framtúrar við sínum komisku planøkonomisku konstruktiónum, sum eingin praktiskur fiskimaður, økonomur ella vinnumaður kann fata.

Men henda konstruktiónin við eini afturlatnari auktión er jú líka frá upphavi vitleyst akademiskt og illa gjøgnumtonkt skriviborðs-fusk.

Tað svarar til, at man letur ein eldri avdankaðan alfons (skøkjustjóra) fara í klostur at moralisera øll tey yngru av berari øvundsjúku.

- Fyribrigdið er totalt meiningsleyst!

Eingin auktión kann verða stýrd - hatta er gamalt arvagóðs frá Kreml, sum ministarin er kálvføddur við av dagdroymandi-teori-fantastum og betongaðum Frama-fólki, sum ongantíð fingu nakað økonomiskt jørðforbindilsi, men altíð skeittu til Moskva, Tirana ella Peking, áðrenn tey tordu at fara upp av divanuni við eini "meining".

Hvørji verða tey útvaldu, sum sleppa inn í ta tilskálkaðu Høgnastovu at bjóða, og hvørji verða bara beind til eitt nýtt glerkalt "Sibirien"?

Hvussu leingi kann Javnaðarflokkurin liva við at hava forlovað seg við hesum naivu verðinsfjaru og vinnulívs-hatandi republikanarum, sum enn royna at fáa lív aftur í teir sinnisjúku betong-tankarnar úr Kreml.

Tað er uppá tíðina, at socialdemokratar og løgmaður smoyggja tað kommunistiska betongið av sær og avtaka hasa tápuligu fiskivinnuskipanina hjá tjóðveldis-juntaini, sum aldrin kemur at forstanda praktiskan vinnu-politikk!

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo