Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Í einum ógvuliga ágangandi lesarabrævi í miðlunum í dag leggur Sjúrður Skaale meg og Estra undir at standa fyri blaðnum, sum varð borið út í øll húski í Tórshavnar Kommunu. Hetta er ikki rætt.

Tá ið Sjúrður Skaale sigur: “Estra veit - sum tey einastu - hvør persónurin ella persónarnir eru. Tí tað var Estra, sum setti blaðið upp og - gangi eg út frá - bílegði bæði prent og útbering.” gitir hann uttan at vita.

Í sambandi við valið, hava vit havt eitt hav av uppgávum fyri allar flokkar og var hetta ein av uppgávunum. Arbeiðið vit vórðu biðin um at gera, var at seta 4 síður grafiskt upp og senda tær víðari út av húsinum til Prentmiðstøðina. Tað var okkara lutur í hesum. Vit hava ikki verið partur av sjálvari prentingini, ei heldur postútberingini. Hava ikki umbiðið hetta og fáa tíansheldur ikki rokning uppá hetta. Vit kenna ikki til hvør stendur aftanfyri.

Sum tann góði spunasmiður Sjúrður er, ger hann hetta til mítt persónliga álop á borgarstjóran í Tórshavn. Tað kundi ikki verið meiri skeivt. Tey sum kenna meg vita, at hetta er ikki mín stílur og havi eg í hesum døgum eisini annað at hugsa um, enn at blanda meg í valstríðið í høvuðsstaðnum.

At eg eri eigari av einum grafiskum virki og eisini eri politikari, ger at eg politiskt verið drigin inn í hetta málið og tað er niðarlaga at ríða.

Bæði sum virkiseigari og politikari taki eg frástøðu frá at eiga annan lut í hesum, enn at virki okkara hevur gjørt eina grafiska uppgávu.

Gunvá við Keldu
Virkiseigari og politikari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo