Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Útlendis ítróttur

Tað er argentinska undirhaldsprogrammið Infama sum knýtir spíssarnar Toni Duggan og Sergio Agüero saman eftir at tey hava verið at sæð saman seinastu tíðina, skrivar norska TV2. 

Sambært The Mirror vísti undirhaldsprogrammið harumframt mynd av teimum saman á venjingarvøllinum hjá felagnum.

Agüero og Duggan eru bæði toppskorarar á hvør sínum City-liði. Duggan var á bronsuliðnum hjá Onglandi í HM-endaspælinum í Kanada.

Argentinski spíssurin hevur fyrr hildið saman við suðuramerikansku sangarinnuni Karina Tejeda og dóttir Diego Maradona, Giannina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo