Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Útlendis ítróttur

Manchester City-framherjin hevur roynt at lokka Messi til Premier League.

Sergio Agüero sigur, at hann hevur roynt at lokka Lionel Messi til at koma til Premier League.

Men tað hevur Messi helst lítlan hug til, tí fyrr í mánaðinum segði hann, at Barcelona er einasta felag í Europa, sum hann vil leika fyri, skrivar Indkast.dk.

- Messi veit væl, at vit ikki hava nakra strond her, sigur Agüero við Sky Sports.

- Vit spæla triðja hvønn dag og brúka tað mesta av frítíðini til at eta og hvíla. So veðrið er ikki so týðandi. Eg havi sagt Messi, at Manchester er ein framúrskarandi býur, tí túkortini ert heima allan dagin, sigur City-leikarin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo