Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Útlendis ítróttur

Manchester City setti Arsenal væl og virðiliga uppá pláss, tá tey bæði liðini brustu saman í Premier League dysti á Etihad í dag.

Manchester City framherjin Sergio Aguero gjørdist tann stóra hetjan hjá teimum ljósabláu, sum vunnu dystin 3-1.

Argentinarin skjeyt øll trý málini, tað fyrsta longu í fyrsta minutti. 

Arsenal javnaði til 1-1 longu í 11. minutti við máli frá Laurent Koscielny, men beint undan steðginum var Aguero aftur uppá spæl eftir eitt fram úr uppspæl úr vinstru síðu.

Aguero skjeyt tað triðja málið í 61. minutti.

Við sigrinum í dag hevur City 58 stig fyri 25 dystir, 2 stig færri enn oddaliðið Liverpool, sum hevur 60 stig fyri 24 dystir.

Liverpool spælir í annaðkvøld ímóti West Ham United á útivølli.

Arsenal dettur við tapinum í dag niður á eitt 6. pláss í Premier League. Arsenal hevur 47 stig fyri 25 dystir, 3 stig færri enn Chelsea á 4. plássinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo