List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Leingi stóðu múrarnir um Konstantinopel – núverandi Istanbul. Hetta tí, at teir kristnu býsantinararnir høvdu hegnisliga laga upp tveir múrar um býin. Ein ytri og ein innari.

Tá ið so báðir múrarnir umsíðir fingu rivur, bar til hjá áleyparunum – osmannunum – at taka býin, seinasta skansa um kristnu siðmentanina í gamla, eysturrómverska ríkinum. Hetta hendi í 1453.

Um Føroya løgting samtykkir samkynt hjúnalag, fellur “ytri múrurin” um kristnu mentan føroyinga. Og so er bara “innari múrurin” eftir, Fólkakirkjan og kristnu samkomurnar í landi okkara.

Eg heiti inniliga á tykkum, sum vit hava valt at umsita tann “ytra múrin”, at atkvøða ímóti broytingini av hjúnabandinum ella at atkvøða blankt. Tit hava lisið og hoyrt, at ein av teimum, sum settur er at umsita tann “innara múrin”, sóknarpresturin í Leirum, longu hevur sprongt rivur í “sín” múr – og at aðrir prestar t.d. Marjun Bæk hava sagt og skrivað tað sama, meðan aðrir bíða “eitt sindur”...

LGBT steðgar ikki – heldur ikki liberalu kreftirnar í Fólkakirkjuni og í samkomunum.

LGBT hevur sama endamál um allan heim og sama álopshátt, láturliggering og niðring av teimum, sum eru ósamd. Hetta hendir umvegis almennu miðlarnar – men “bara” við orðum. Skeldsorðið “homofob” t.d. hevur verið nógv at hoyrt, og hvør unnist við at kallast tílíkt? Og ber nakar kenslu við strategibókina handan alt hetta “After the ball – How America Will Conquer Its Fear and Hatred of Gays in the 90´s” eftir Marshall Kirk og Hunter Madsen frá 1989? Sum ár og nú mánaðir eru farnir, havi eg eygleitt, at tað gerast alsamt færri her á landi, sum tora at tala og at siga sína hugsan...

Jú, londini um okkum eru ymisk, og tí eru frávik í framferðini hjá LGBT frá einum landi í annað - um tað gagnar endamálinum!

Hjúnalagið er ein maður og ein kona! Hetta vistu sjálvt rómverjar, sum ikki kendu til kristna mentan. Væl kendu teir til samkyndan levnað og alskyns levnað, men hjúnalagið var ein maður og ein kona.

Hetta vistu teir, og hetta veit hvørt mansbarn í Føroyum - innast inni.

Hvørji rættindi samkynd skulu fáa í landi okkara, avger lóggávuvaldið – t.v.s. Føroya løgting. Og um tað ber til at orða og fáa í lag onnur rættindi enn hjúnalag til samkynd, har kenna tit svarið. Men tit kenna eisini hvørji onnur rættindi og broytingar koma í kjalarvørrinum, um samkynd kunnu ganga í hjúnalag. Tað “kynsleysa samfelagið” er væl ávegis í Svøríki og ger eisini um seg í Danmark longu.

Vit vita ikki, hvat hendir landi okkara innan tað almenna og tað kirkjuliga. Men tryggleikin og virðisgrundarlagið hjá fólki okkara hevur verið tengt at tí “innara múrinum”, sum tit við politiska valdinum hava vart við tí “ytra múrinum”.

Hvussu skjótt tað gongur at fella tann “innara múrin” um hjúnabandið millum mann og konu, eftir at tann “ytri” er fallin, síggja vit t.d. í Danmark, Íslandi og Grønlandi. Har standa kirkjurnar nú opnar at gifta samkynd.

Kristna siðmentanin í Evropa eins og kirkjurnar liggja í andaleypi. Hví? Tí politikarar og prestar hava ikki umsitið tann “múr”, sum hvør hevði ábyrgd av, á rættan og fulldyggan hátt! Tann verðsligi myndugleikin hevur ávirkan á tað andaliga, eins og tann andaligi myndugleikin hevur ávirkan á tað verðsliga.

Fyri um 500 árum síðan setti Martin Luther sína lít til Guds og verðsliga myndugleikan um verju. Og tað sama ger tað kristna fólkið í landi okkara í hesum døgum.

Bergur D. Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo